Alkoholdement somu rættindi sum øll onnur

Alkoholdement somu rættindi sum øll onnur
Landsstýriskvinnan, Margit Stórá, fer nú undir arbeiðið at syrgja fyri, at alkoholdement fáa somu tilboð sum onnur
Margit Stórá
 
02.08.2026 - 18:22

Nú skulu øll, sum hava demens, javntsetast. Tað er í hvussu er nakað Margit Stóra, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sett sær fyri. 

Tað var annars í desember í fjør, at allir demensjúklingar yvir ella undir 67 fingu somu rættindi. Men tey alkoholdementu fylgdu ikki við í avtaluni. 

Tá lóggávan var sett í verk í fjør, var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og mælti til ikki at gera mun. Men avgerðin lá tá í almannaráðnum, sum valdi at gera nakað annað. Nú umsitur hon sjálv almannamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723