Mølheyggjarnir onga verju fyribils

Mølheyggjarnir onga verju fyribils
Borgarstjórin á Sandi fer ikki at taka stig til nakrar gøtur, sum skulu verja Mølheyggjarnar - ikki enn, í hvussu er
 
02.08.2026 - 14:46

Sands kommuna hevur ikki nakrar ítøkiligar ætlanir at gera gøtu ella farleiðir úr timbri við Mølheyggjarnar á Sandi.

Tað váttar Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi.

Í Degi og viku fríggjakvøldið vísti Michael Antony Charles Johannesen, leiðari á Visit Sandoy, fram eitt uppskot um eina møguliga gøtu úr timbri við Mølheyggjarnar.

Mølheyggjarnir heima á Sandi eru friðaðir eftir Náttúrufriðingarlógini frá 1970. Sambært lógini er rættiliga avmarkað, hvat kann gerast í einum náttúrufriðaðum øki.

Í gjár gjørdi Brandur Sandoy, bygdarráðslimur, vart við á Facebook, at bygdarráðslimirnir vita einki um hesa ætlanina við Mølheyggjarnar.

Kristian Oskar Henriksen sigur, at hetta er ein tanki, sum Visit Sandoy er komin við. Men uppskotið er ikki viðgjørt og er heldur ikki lagt fyri bygdarráðið.

Áðrenn nakað verður gjørt í einum friðaðum øki, skulu avvarðandi myndugleikar, eitt nú Yvirfriðingarnevndin, geva loyvi.

Borgarstjórin upplýsir, at fólk frá Umhvørvisstovuni hava verið hjá Sands kommunu og tosað um møguleikan at avmarkað ferðsluna oman á fløttin norðan fyri Mølheyggjarnar. 

Góðveðursdagar parkera stundum rættilig nógvir bilar á fløttinum, tí familjur leita sær oman millum heyggjarnar og oman á sandin at hugna sær. 

Kristian Oskar Henriksen heldur ikki, at tað er til stórvegis ampa, at bilar koyra oman á fløttin og parkera har.

-Vit vilja verja vøkru náttúruna, men fólk mugu eisini kunna njóta hana, sigur borgarstjórin. 

Hann heldur, at tað er verri við teimum stóru akførunum, sum stundum koyra oman um Mølheyggjarnar og oman á sandin.     

Borgarstjórin á Sandi sigur, at hann fer at umrøða málið um ferðslu og Mølheyggjarnar við bygdarráðslimirnar eftir summarsteðgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424