Næmingar mugu meira út í náttúruna

Næmingar mugu meira út í náttúruna
Børn eiga at fáa meira frálæru í lívfrøði úti í náttúruni heldur enn at sita framman fyri skíggjum og læra um hugtøk, tey ikki skilja, heldur Magnus Gaard, lívfrøðingur
 
03.08.2026 - 12:09

Tað er eitt framstig, at nýggj náttúruverndarlóg kom í gildi í 2024, og at meira nú verður gjørt við at skráseta føroysku náttúruna, men hetta er ikki nóg mikið. Kunnleikin hjá fólki um náttúru má eisini økjast.

Hetta segði Magnus Gaard, lívfrøðingur, í 4. parti í útvarpsrøðini "Oyggjar undir trýsti", sum varð sendur beint fyri ólavsøku.

- Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna, og vit eiga at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband við náttúruna, segði hann.

Hann nevndi, at í lærugreinini lívfrøði í fólkaskúlanum vóru børn fyrr nógv úti og lærdu um plantur og djór. Nú sita tey ofta við eini lærubók ella framman fyri einum skíggja og arbeiða við abstraktum hugtøkum, tey ikki skilja.

- Tað er nógv týdningarmiklari, at tey merkja, hvussu eitt skaldabrobber luktar, ella hvussu mýrisóljur kunnu lita eina veit fagurt gula. Hasum upplivingunum hava børn brúk fyri, segði Magnus Gaard.

Lívsandin í náttúruni

Sendingarnar "Oyggjar undir trýsti" hava sett spurningin, um ov nógv náttúra hvørvur í Føroyum orsakað av útbyggingum og krøvum um vøkstur.

Magnus Gaard nevndi í hesum sambandi, at í gomlum døgum varð náttúra vird sum náttúra, og menniskju høvdu ein greiðan varhuga av, at ein serligur lívsandi var í tí, sum livandi var.

- Tann andin er mestsum tikin úr náttúruni, og vit eru farin at síggja náttúruna sum mekanikk, staðfesti hann.

Verður hugt at eini kyknu undir sjóneykuni, so sæst, at hon stríðist og hevur sín egna vilja. Vit síggja eisini, at plantur fáa vatn at renna uppeftir. Í sjálvum sær er hetta sermerkt.

- Eg haldi, at vit skulu geva náttúruni meira ans, tí tá vit geva henni ans, so er tað tí, at hon so ella so líkist okkara egna lívi, segði Magnus Gaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666