Barclays svikað við rentuni

Barclays svikað við rentuni
Bankin er dømdur í bót fyri at svikað við libor-rentuni, og nevndarformaðurin í bankanum hevur lagt frá sær
Barclays hevur fingið stóra bót fyri at svika við rentuni, sum bankarnir taka fyri at løna hvørjum øðrum pening.
 
02.07.2012 - 10:07
Formaðurin í kenda bretska bankanum, Barclays, Marcus Agius, hevur lagt frá sær, eftir at tað er komið undan kavi, at bankin hevur svikað við  libor-rentuni. 
 
Fyri tað hevur bankin fingið 290 millónir pund í bót. Libor-rentan er rentan, sum verður nýtt, tá peningastovnar læna pengar frá hvørjum øðrum.
 
Síðani tað var almannakunngjørt, at bankin hevði fingið stóru bótina, er virðið á partabrøvunum í Barclays lækkað 17 prosent, og tað hevur fingið øði í bæði almenna Bretland og partaeigararnar.
 
Stjórin tvíheldur um starvið
 
Stjórin í bankanum, Bob Diamond, roynir at tvíhalda um starv sítt, og hann sigur, at tað eru nøkur starvsfólk, sum hava svikað við rentuni. Sjálvur er Bob Diamond gingin við til at lækka sína bonusskipan, so hann kann at varðveita starvið.
 
Bæði stjórin og nevndarformaðurin skulu í hesi vikuni standa skúlarætt fyri bretsku politikarunum, sum ætla at kanna, um libor-rentan í heila tikið skal nýtast í framtíðini.
 
M.a. verður umhugsað at stevna tey fyri rættin, sum ikki upplýsa rætta rentu, sigur ein talsmaður fyri bretska fíggjarmálaráðið.
 
Tað er ikki bara Barclays, sum hevur svikað við rentuni. Illgruni er um, at Citigroup, Royal Bank of Scotland og UBS hava gjørt tað sama, og tey málini verða kannað.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204