- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúklingur á Hotel Tórshavn fær endurgjald

Landssjúkrahúsið noktaði upprunaliga at
gjalda, men tann avgerðin varð kærd til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Og Kærunevndini gav kæraranum
viðhald.

Talan er um føroying á sjúkrahúsi
í Danmark. Mamma sjúklingin fekk játtað at fara til Danmarkar og búgva á Hotel
Tórshavn í átta dagar. Tað rindaði Landssjúkrahúsið. Men fýra dagar, áðrenn mamman
kemur til Danmarkar, býr systir sjúklingin, sum annars býr í Danmark, har hon
gongur í skúla, á Hotel Tórshavn. Og hetta uppihaldið vildi Landssjúkrahúsið
ikki gjalda.

Kærunevndin sigur, at tá
Landssjúkrahúsið ávísti fylgjara í átta dagar, eigur Landssjúkrahúsið eisini at
ávísa fylgjara teir fýra dagarnar frammanundan. Talan var ikki um at ávísa
tveir fylgjarar, men at skifta ein fylgjara út við ein annan.

Foreldrini

Foreldrini, ikki
Landssjúkrahúsið, bóðu systurina fara á sjúklingahotellið. Uttan heimild og
ávísing frá yvirlækna kundi Landssjúkrahúsið ikki rinda fyri uppihaldið.

Men Kærunevndin sigur, at
Landssjúkrahúsið skal gjalda, tí var mamman farin til Danmarkar fýra dagar
fyrr, hevði hon fingið uppihaldið fyri teir dagarnar goldið.