- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðun Klakstein: - Miðlarnir skulu nokk fáa orðið á Aron
Aron Benjaminsen var kallaður inn í A-landsliðshópin eftir dystin ímóti Kasakstan, og hann vandi fyri fyrstu ferð saman við manslandsliðnum í Chisinau í dag.
Ungi Hearts-vongurin, sum skoraði tvær ferðir fyri U21-landsliðið, sum vann 2-1 á Estlandi fríggjadagin, var tí ovastur á listanum av spælarum, sum føroysku miðlarnir í Chisinau vildu hava orðið á í dag.
Men tað ynskið fingu teir ikki eftirlíka.
- Aron er akkurát komin. Hann kom í gjárkvøldi til Moldova, og hann er akkurát nú her aftanfyri okkum farin undir fyrstu venjingina við manslandsliðnum, og eg haldi, at tað var bara tað, at hann ikki var við til fyrsta tíðindafundin. Men miðlarnir skulu nokk sleppa at tosa við Aron, vissaði landsliðsvenjarin Kringvarpið um.
Føroyar hava spælt tvær ferðir fyrr í Moldova, og báðu ferðirnar er dysturin endaður við 1-1 javnleiki. Føroysku málskjúttarnir hava verið Meinhard E. Olsen og Mads Boe Mikkelsen. Hesa ferð vil Eyðun Klakstein helst gera tað eitt betri.
- Hesa ferð vilja vit kontrollera dystin meir. Kanska hava meir stýr upp á tað, enn vit onkuntíð hava havt, og so er endamálið at koppa dystinum, so vit kunnu vinna hann, segði Eyðun Klakstein.

























