Føroyskt í arbeiðstíðini er ikki rætta leiðin

Føroyskt í arbeiðstíðini er ikki rætta leiðin
Føroyskt sum annaðmál eigur at verða styrkt, men undirvísing í arbeiðstíðini er ikki rætta loysnin, heldur Magn
28.09.2026 - 19:15

Tað eru ikki fyritøkurnar, sum skulu hava ábyrgdina fyri at útlendsk starvsfólk skulu fáa undirvísing við løn í arbeiðstíðini. 

Soleiðis ljóða boðini í øllum førum, um tú spyrt Áka Vang Poulsen, handils- og marknaðarleiðaran í Magn.

Eitt er, at útboðið av føroyskari undirvísing ikki er nøktandi, og so er tað ov trupult at savna útlendsk starvsfólk til undirvísing, tá tey arbeiða um alt landi og á skeivum tíðspunktum á degnum.

Heldur kundi mann loyst uppgávuna við at ment eina skipan, sum var grunda á net-undirvísing, sum eitt starvsfólk hevði kunnað tikið nær sum helst á degnum.

Undirvísingarstýrið hevur umrøtt hendan møguleikan, og er opin fyri tí, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

Eitt tilboð kundi eisini hingið saman við integratiónsskeiðnum hjá Útlendingastovuni, sum er undivísing í mentan og praktiskari vitan um føroyska samfelagið.

Tað sigur David Im, sum er integratiónsleiðari í Útlendingastovuni.

Tí tað er viðkomandi at tosa um integratión, serliga tá fólk koma til landið í styttri tíðarskeið, sigur hann.

- Tá hava tey kanska ikki familju ella vinfólk at lýta á, sigur David Im.

Kortini heldur Áki Vang Poulsen ikki, at hetta skal vera eitt krav frá arbeiðsgevaranum, tí sambært honum eru starvsfólkini røsk at læra seg føroyskt, og flestu teirra kunnu avgreiða ein kunda á føroyskum eftir bert fáar vikur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751