- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitja avvarðandi í ísraelskum fongsli

Í morgun lovaðu ísraelskir
myndugleikar 40 palestinum úr Gaza at vitja í einum ísraelskum fongsli.

Hetta er fyrstu ferð í fimm ár,
at fólk úr Gaza sleppa at vitja í ísraelskum fongslum. Loyvið er liður í eini
avtalu, sum varð gjørd í mei-mánað í sambandi við at 1600 palestinskir fangar
fóru í hungursverkfall.

Settu bann í 2007

Ísrael setti í 2007 bann fyri at
familjur úr Gaza kundu vitja avvarðandi í ísraelskum fongslum. Hetta hendi eftir
at hernaðarligir palestinar burturfluttu ein ísraelskan hermann og hildu hann
fanga til 2011, tá hann varð útflýggjaður fyri 1000 palestinskar fangar.

Ísraelsku myndugleikarnir skerdu
tá eisini møguleikarnar hjá fangunum at fáa undirvísingartilfar og at síggja
sjónvarp.

Ein talsmaður fyri palestinsku
fangarnar í ísraelsku fongslunum sigur, at skipanin við vitjanum er ikki
nøktandi. Ov fáar familjur sleppa at vitja, og nógvar avmarkingar verða gjørdar
í vitjanunum, sigur hann.