Útlit til dýrkandi matvørur

Útlit til dýrkandi matvørur
Hækkaðu oljuprísirnir eru nú farnir at merkjast hjá vinnuni, og nú eru útlit til, at matvørur fara at dýrka. Tað heldur stjórin í PM Heilsølu.
08.04.2026 - 09:21

Veitarar hjá PM Heilsølu hava boðað frá, at príshækkingar eru ávegis. Stjórin heldur, at tað fer at ávirka flest allar vørur hjá fyritøkuni, um kríggið í Miðeystri heldur fram, og gongdin í oljuprísinum ikki vendist.

PM Heilsøla innflytur ein stóran part av teimum matvørum, sum føroyingar eta. Orka verður brúkt bæði til framleiðslu og flutning av matvørum, og tí er væntandi, at matvørur eisini fara at dýrka, um oljuprísurin ikki lækkar í nærmastu framtíð.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210