Jana og Sandra: Hvørjar eru stinnastar í útnorði?

Jana og Sandra: Hvørjar eru stinnastar í útnorði?
Grannarnir Føroyar og Ísland skriva í kvøld enn ein kapittul í hondbóltsstríðnum sínámillum. Jana Mittún og íslendska Sandra Erlingsdóttir meta um, hvør er fremst í útnorði
Kollektif
08.04.2026 - 13:34

Hondbóltskvinnurnar hjá Føroyum og Íslandi skriva enn ein kapittul í hondbóltsstríðnum sínámillum, tá spennandi EM-undankappingardystur verður við Tjarnir í kvøld.

SÍ EISINI: EM-plássið upp á spæl í grannauppgerð

Landsliðini hava spælt eina ørgrynnu av dystum ímóti hvørjum øðrum síðstu árini, og eftir stóru menningina hjá Føroyum eru dystirnir vorðnir alsamt javnari. 

Tað var kortini ikki fyrrenn í 24. royndini, at tað eydnaðist hjá føroysku kvinnunum at vinna á Íslandi. Hetta hendi í fyrsta dystinum í undankappingini í oktober, tá Føroyar vunnu 22-24 í Lambhagahøllini í Reykjavík.

Men trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin. Síðan sigurin, hava Føroyar tvær ferðir lútað ímóti íslendingum. Fyrst í venjingardysti við Tjarnir í november og síðan í síðsta dystinum í HM-miðumfarinum í desember, tá Ísland vann 33-30.

Hvørjar eru so stinnastar í útnorði í løtuni? Í innslagnum omanfyri metir føroyski bakspælarin Jana Mittún og íslendski spælskiparin Sandra Erlingsdóttir um aktuellu støðuna undan stórdystinum við Tjarnir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531