Venjarin: Ísland hevur lært av dystinum í heyst

Venjarin: Ísland hevur lært av dystinum í heyst
Ísland hevur lært nógv av teimum trimum dystunum ímóti Føroyum. Serliga tapinum í Íslandi í oktober, sigur íslendski venjarin Arnar Pétursson
Mynd: Mummu Lú/RUV  
 
08.04.2026 - 14:45

Ísland skal royna seg ímóti einum sterkum føroyskum hondbóltslandsliðið, sigur íslendski landsliðsvenjarin Arnar Pétursson, sum kortini sigur seg hava lært nógv av teimum trimum farnu dystunum í vetur.

Serliga tí fyrsta í oktober, sum Føroyar vann 24-22 í Íslandi. Síðan hava Arnar Pétursson og spælararnir vunnið tvær ferðir á Føroyum - í venjingardysti í november og í HM-dysti í desember.

 - Vit spældu ein sera harðan dyst ímóti Føroyum í heyst, sum vit taptu, men eg eri sannførdur um, at vit lærdu nógv tann dystin, segði Arnar Pétursson undan venjingini hjá Íslandi við Tjarnir í gjár.

Venjarin ger greitt, at Ísland í kvøld møtir einum sterkum føroyskum liði, sum verjir væl, hevur góðar málverjar og sterkar álopsspælarar.

 - Hetta er eitt lið við styrki á fleiri økjum, og tey gera eitt framúr arbeiðið í Føroyum, segði Arnar Pétursson.

 

260408_ARNAR_SANDRA_NET

 

 - Vit mugu berjast og vinna nærdystirnar, har Føroyar eru sterkar, og vit mugu klára at renna við teimum. Tað er lykilin, sigur venjarin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870