- Tíðindi, mentan og ítróttur
22. juli-konsert í sjónvarpinum

Um alt Noreg minnast tey í dag hópdrápini í Oslo og á Utøya fyri einum ári síðani, tann 22. juli 2011. Norska kringvarpið sendir bæði í sjónvarpi og útvarpi frá teimum mongu minningarhaldunum.

Dagurin endar við eini konsert á Ráðhúsplássinum í Oslo klokkan 19 føroyska tíð. Konsertin verður send beinleiðis á NRK, og Kringvarp Føroya samsendir konsertina frá klokkan 19 til 20.30.

Millum tey sum koma á pallin í Oslo í kvøld, har rokna verður við meir enn 100.000 áhoyrarum, eru hesi:

Hesir tónleikararnir luttaka:

Bjørn EidsvågdeLillosKarpe DiemKringkastingsorkesteretLalehLillebjørn NilsenMari BoineMarit LarsenTine Thing HelsethVinni & Halvdan Sivertsen
Hesir rithøvundarnir luttaka:
Frode GryttenKarl Ove KnausgårdÅsne Seierstad
Meir um konsertina sært tú her