Liðskiparin: Shit, vit eru kular

Liðskiparin: Shit, vit eru kular
Føroysku kvinnurnar vildu vísa seg fram undir trýsti, segði Pernille Brandenborg, og tað gjørdu tær í stórum stíli. - Shit, vit vóru kular, staðfesti liðskiparin
08.04.2026 - 21:35

 - Shit, vit vóru kular, staðfesti føroyski liðskiparin Pernille Brandenborg eftir frálíka sigurin hjá Føroyum á Íslandi við Tjarnir.

Og ein kundi ikki annað enn at taka undir við strikuspælaranum, sum sjálv spældi einastandandi við 12 málum upp á 12 skotroyndir í 35-30 sigrinum.

 - Tað var deiligt. Tað var ótrúliga deiligt ein dag sum hendan. Eg vil helst ikki sita einsamøll eftir í Rumenia í desember, so eg eri fegin um, at vit vunnu í dag, segði Pernille Brandenborg, sum í summar skiftir til CSM Bucuresti.

Alt bendir á, at hon ikki nýtast at stúra fyri tí. Við sigrinum spældi Føroyar seg á sjálva EM-gáttina, og um Portugal tapir í Montenegro í annaðkvøld, eru plássið í endaspælinum tryggjað.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576