
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Hvørjar eru stinnastar í útnorði?
Tað var spurningurin, sum varð settur undan dystinum millum Føroyar og Ísland við Tjarnir mikukvøldið, og svarið kundi ikki verið greiðari eftir loknan tíma á vígvøllinum.
Tá høvdu føroysku kvinnurnar flongt Ísland so dyggiliga og samstundis spælt seg á sjálva gáttina til EM-endaspælið í vetur.
Pernille Brandenborg gekk á odda við ótrúligum 12 málum upp á 12 skotroyndir, Annika Fríðheim Petersen kom inn og tók pippið frá íslendsku skjúttunum, júst tá tað var neyðugt, men sum Jana Mittún segði eftir dystin; talan var um eitt satt liðavrik.
Annika beindi Føroyar á rætta kós
Fyrstu løtuna bendi einki á, at talan skuldi gerast um sanna hondbóltsveitslu við Tjarnir. Gamaní, Føroyar fingu sera góða byrjan í álopinum, har málini komu í stríðum streymum frá bakkunum og strikuni, men so líðandi fann Ísland stevið og yvirhálaði.
Tá kom Annika Fríðheim Petersen inn í staðin fyri Rakul Wardum, og hon var júst tað, sum heimaliðið hevði brúk fyri. Við fleiri góðum bjargingum tók hon trúnnað frá íslendingum, og føroyingarnir fóru framum aftur og til hálvleiks við 18-16 leiðslu.
Veitsla við Tjarnir
Eftir steðgin hekk Ísland í eina lítla løtu, men so fóru føroyingarnir undan. Annika Fríðheim Petersen helt fram vð góða spælinum við góðari hjálp frá verjuni, sum ordiliga fekk tak á, og í álopinum komu málini brádliga av øllum plássum.
Bakspælararnir og liðskiparin á strikuni vóru tryggir, og nú komu málini eisini frá vengrunum, sum annars mangan hava verið fyri atfinningum, tí teir misnýta ov illa.
Ísland megnaði snøkt sagt ikki at steðga Føroyum, og tí vaks munurin og trýstið á útiliðið, sum so líðandi gjørdi fleiri og fleiri teknisk mistøk.
EM-plássið nærum í pottinum
So væl gekst, at venjararnir fingu høvið til at taka fleiri at lyklaspælarunum út, og geva øðrum kjansin. Natasja Hammer tók av við tveimum málum, og Bjarta Osberg Johansen fekk møguleikan at spæla frammanfyri føroysku heimafjøldini fyri seinastu ferð.
Júst tað kundi ikki verið meir uppiborið, og seiga strikan kundi fegnast um vunnan dyst og takka fyri eina stásiliga landsliðsleið, sum endar í Montenegro sunnudagin.
Hon fekk ikki fjalt tárini - tey komu av gleði - og alt bendir á, at EM-undankappingini eisini fær ein gleðiligan enda fyri Føroyar. Tapir Portugal fyri Montenegro í annaðkvøld eru hondbóltskvinnurnar í sínum triðja endaspælið á rað, longu áðrenn tær fara á vøllin í Montenegro sunnudagin.
Skuldi tað hent seg, at Portugal vinnur, so er framvegis alt sum bendir á, at tey seks stigini, sum Føroyar longu hava fingið, vera nóg mikið.
Við Tjarnir (EM-undankapping, 5. umfar)
Føroyar - Ísland, 35-30 (18-16)
Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 12, Jana Mittún 7, Rannvá Olsen 5, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Súna Krossteig Hansen 3, Brynhild Pálsdóttir 2, Natasja Hammer 2