Venjarin: Spældu við ró og greiðu

Venjarin: Spældu við ró og greiðu
Satt liðavrik við rói og greiðu var lykilin til frálíkan sigur á Íslandi, segði Claus Mogensen, men tók eisini Pernille Brandenborg og Anniku Fríðheim Petersen fram
08.04.2026 - 22:30

Liðavrikið var lykilin til flotta sigurin hjá Føroyum á Íslandi, segði venjarin Claus Mogensen eftir dystin við Tjarnir.

 - Vit spæla við ró og greiðu, sum ger, at Ísland hevur ilt við at fylgja við, og tað var eg sera fegin av at síggja, segði danin, sum eftir øllum at døma skal standa á odda fyri føroysku kvinnunum í einum endaspæli fyri triðju ferð.

Claus Mogensen rósti eisini Pernille Brandenborg og Anniku Fríðheim Petersen, sum við sínum avrikinum vóru størstu einstøku orsøkirnar til at føroyski sigurin gjørdist so greiður.

Liðskiparin á strikuni skoraði heili 12 ferðir upp á 12 skot, meðan innskifta Annika Fríðheim Petersen vendi dystinum, tá hon kom inn eftir lítið korter.

 - Vit vóru ikki nøgd við okkara avrik ímóti Portugal, og vit hava tosa um og vant tað, sum vit skuldu bøta um. Fokus og disiplin var partur av hesum, og tað gav eina ró. Vit spæla við eini ótrúligari ró, hóast vit koma afturum eina løtu í fyrra hálvleiki, segði venjarin.

Føroyar eru nú komnar upp á seks stig, og alt bendir á, at EM-plássið er tryggjað. Heilt víst er tað kortini ikki enn, men tað verður tað, um Portugal tapir fyri Montenegro í annaðkvøld. Hvussu víkir og vendir, skal mestsum alt ganga ímóti, um Føroyar skulu missa plássið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985