Irak latið marknaliðini upp móti Sýrialandi

Irak latið marknaliðini upp móti Sýrialandi
Irakiskar trygdardeildir og hjálparfelagsskapir hava fingið boð um, at flóttafólk úr Sýrialand skulu sleppa inn í Irak
Irakiskir hermenn á markinum móti Sýrialandi.

24.07.2012 - 10:37

Forsetisráðharrin í Irak, Nuri al-Maliki, hevur givið irakiskum trygdardeildum og hjálparfelagskapum boð um at lata flóttafólk úr Sýria sleppa inn í Irak og veita teimum humanitera hjálp. Fyri fáum døgum síðani boðaði irakiska stjórnin annars frá, at bara irakar sluppu inn í landið úr Sýria.

Tíggjutúsundtals fólk flýggja

Tígggju túsundtals sýrar eru seinastu dagarnar flýddir undan ófriðinum í Sýria. Serliga nógv fólk eru flýdd úr høvuðsstaðnum Damaskus, har trygdardeildir hava rannsakað hús og handlar og pínt húsfólk og handilseigarar. Nógvir menn í besta aldri eru eisini dripnir. Tað siga mannarættindaeygleiðarar, sum savna inn upplýsingar frá eygnavitnum.

Tikið ræðið aftur í Razi

Almenna sýriska tíðindastovan Sana veit at siga, at sýriski herurin hevur endurskapað trygdina í býarpartinum Razi, har herurin hevur avbyrgt og dripið fleiri yvirgangsfólk, sum uppreistrarfólkið verður rópt.

Sýriska stýrið brúkar støðugt heitið "yvirgangsfólk" um vápnadu mótstøðufólkini

Hermenn hjá stjórnini hava eisini handtikið fleiri yvirgangsfólk, sum fjaldu seg í kloakskipanini í býnum, veit tíðindastovan Sana at siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647