- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnumálaráðið kannar tilboð hjá Rúsuni

Vinnumálaráðið kannar nú, um tilboðini hjá Rúsdrekkasølu landsins eru lóglig. Verður niðurstøðan tann, at tað eru tey ikki, fær Rúsdrekkasølan boð um at gevast við at hava tilboð, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hann sigur, at sjálvur visti hann ikki um hesi tilboðini fyrr enn í gjár, tá Útvarpið greiddi frá teimum.

Vinnumálaráðið var kunnað

Allan Skaalum, stjóri í Rúsdrekkasøluni, segði við Útvarpið í gjár, at hann kunnaði Vinnumálaráðið um tilboðini, tá tey byrjaðu. Og tað er eisini rætt. Gunnleyg Árnafjall, aðalstjóri, sigur, at tey vórðu kunnað.

Men embætisfólkini í Vinnumálaráðnum mettu málið vera umsitingarligt, so landsstýrismaðurin fekk ikki boðini um tilboðini.

Ikki loyvt at geva avsláttur

Sambært kunngerðini, ikki lógini, um rúsdrekkasølu er ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum. Spurningurin er so, hvussu tað skal tulkast. Og ta tulkingina fara tey at gera í Vinnumálaráðnum í dag. Rúsdrekkasølan hevur bæði handilslig atlit at taka og hon skal samstundis tálma rúsdrekkanýtsluni.

Eru tilboðini ólóglig, verða tey stegðað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Endamálið við tilboðunum er at fáa pengar fyri vørur, sum annars verða blakaðar burtur, tí kravt verður av Rúsdrekkasøluni, at hon hevur slakar 17 mió. kr. í yvirskoti um árið.