- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæran um festið í Fámará longd eina viku

Tað er advokaturin, Jens Andrias Vinther, sum seldi festið fyri Búnaðarstovuna, ið hevur biðið um at fáa freistina longda.

Johan Dalsgaard, sum býr í Fámara, hevur kært til Fiskimálaráðið. Hann krevur, at málið um Fámara verður tikið frá Búnaðarstovuni og latið øðrum stovni at avgreiða. Harafturat at festið ikki verður selt Árna Brattaberg.

Fiskimálaráðið hevur givið kæruni steðgandi virknað.

Fútarætturin er eisini tikin við upp í kærumálið um festið í Fámara.

Sølan ganga umaftur

Thorkild Høyer, advokatur, sum hevur kært fyri Johan Dalsgaard, krevur, at sølan, ella uppboðið, skal ganga umaftur.

Sambært advokatinum var mannagongdin skeiv í báðum førum, tá festið í Fámara varð lýst til sølu á uppboði. Tí eigur sølan at ganga umaftur, sigur hann.

Hendan partin av kæruni viðger Fiskimálaráðið ikki, tí hann er uttan fyri málsræðið hjá Fiskimálaráðnum. Eftir at hava spurt seg fyri í Innlendismálaráðnum hevur Fiskimálaráðið sent kæruna um uppboðssøluna til Fútarættin.

Kæran vísir til kunngerð frá 1936 um uppboðssølur í Føroyum. Sambært teirri kunngerðini skulu kærur um uppboðshaldarar sendast løgmálaráðharranum umvegis Fútarættin.