- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thor útsetir makrelin

Thor boðaði frá í tíðindaskrivi fríggjadagin, at felagið hevur avgjørt at útseta makrelfiskiskapin í Føroyum fyribils.

Thor vísir til tøl hjá Fiskiveiðueftirlitinum, sum siga, at hjáveiðan av sild er millum 13 til 68 prosent. Og skipini, sum ikki hava sildarkvotu, hava bara fiskað trý prosent av makrelkvotuni higartil.

Thor vónar og væntar, at hjáveiðuprosentið fer at minka sum tað líður út í august. Men tá styttist vertíðin eisini, og tað kemur illa við hjá makrelskipunum, sigur Thor, sum hevur fingið nøkur makrelloyvi og loyvi til tvey útlendsk móttøkuskip. Annað skipið, Kai Yu úr Kina, er á veg til Føroya.