- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilhjálmur Gregoriussen stjóri á Vinnuháskúlanum

Vilhjálmur Gregoriussen er 50 ára gamal, og hann
hevur Master útbúgving í leiðslu frá Århus Universiteti frá 2011. Har­afturat
hevur hann HD útbúgving í organisatión, er bachelor í datalogi, og hann hevur
skipsførara- og stýrimansprógv og ymisk leiðsluskeið.

Umframt royndir á sjónum hevur Vilhjálmur
Gregoriussen fjølbroyttar
leiðslu- og fyri­sit­ingarligar royndir innan ymisk fyri starvið sera
viðkomandi arbeiðsøki.

Stjóri á Skipaeftirlitinum

Vilhjálmur Gregoriussen hevur síðani 2008 verið stjóri á
Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, verið økis­stjóri á TAKS,
undirvísingarleiðari í Søfartsstyrelsen, og hann hevur 10 ára royndir sum
undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum fyri mari­timu skúlarnar.

Vilhjálmur Gregoriussen avloysir Hans Johannes á
Brúgv, sum hevur verið í einum ára­málssettum stjórastarvi seinastu 8 árini.

Nýggi stjórin tekur við starvinum 1. september í ár. Tað skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í dag.