- Tíðindi, mentan og ítróttur
Assad skal sjúgva sær av landinum í stundini

<p class="MsoNormal">Verjumálaráðharrin í USA,
Leon Panetta, er í løtuni á rundferð í Miðeystri. Fremstu ørindi hansara eru
borgarakríggið í Sýrialandi. Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum.</p><p class="MsoNormal"><b>Assad er greiður yvir støðuna</b></p>
<p class="MsoNormal">- Eg eri vísur í, at Assad
væl veit, at hann hevur trupulleikar, og at tað bert er ein spurningur um tíð,
til hann noyðist at leggja frá sær, segði Leon Panetta í einari samrøðu við CNN
í gjár. Panetta var tá staddur í Tunis.</p>
<p class="MsoNormal">- Eg meti, at um hann ætlar
verja seg sjálvan og familjuna, skal hann sjúgva sær út av landinum í stundini,
sigur amerikansk verjumálaráðharrin.</p>




















