- Tíðindi, mentan og ítróttur
Michael Phelps vunnið flest OL-heiðursmerki

Amerikanska svimjistjørnan settið metið í gjár, tá hann vann sítt 18. og 19. OL-heiðurmerki. Hann vann fyrst silvur í 200 metra firvalda-svimjing, og síðan gull í liðsvimjingini í 200 metra frí.

Vann átta heiðursmerki í 2004

Michael Phelps vann átta OL-heiðursmerki í olympisku leikunum í 2004, aftur átta í 2008, og higartil hevur hann vunnið trý OL-heiðursmerki í London.

Tað var annars russiski fimleikarin, Larisa Latynina, ið átti gamla metið. Hon sópaði OL-heiðurmerki til gamla Sovjetsamveldið í fimti- og sekstiárunum.