- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir drúgvir bjargingartúrar hjá tyrluni

Mánamorgunin klokkan hálvgum tíggju bað eitt farmaskip, sum var statt 180 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum, um hjálp, tí ein av manningini hevði fingið andaneyð.

Av tí at svart var í mjørka og sýnið minni enn 100 metrar, noyddist tyrlan at venda við aftur fyri at bunkra í Vágum.

Betri sýni

Seinnapartin klokkan knappliga fýra boðaði skipið, sum sigldi móti Føroyum, frá betri sýni, og tyrlan fór útaftur. Hesa ferðeydnaðist. Eitt korter eftir, at tyrlan var hjá skipinum, var sjúklingurin komin umborð í tyrluna. Um sjey-tíðina mánakvøldið setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið við sjúka manninum.

Eftir manni á Høgabergi

Seinnapartin ólavsøkuaftan var tyrlan eftir einum manni á Høgabergi, sum hevði fingið skaða og skuldi á sjúkrahús sum skjótast. Høgaberg fiskar makrel norðan fyri Føroyar.