- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA givið loyniligan stuðul til uppreistrardeildir

Amerikanski forsetin Barack Obama hevur í loyndum givið boð um at styrkja stuðulin til uppreistrardeildirnar, sum royna at fáa sýriska forsetan Bashar al Assad frá valdinum.

Tað siga vælvitandi keldur sambært Ritzau.

Tað er ógreitt, nær Obama skal hava givið hesi boðini, men eftir at trygdarráðið hjá ST ikki kundi semjast um at revsa Sýrisku stjórnina, hevur USA av sínum eintingum støðugt styrkt stuðulin til uppreistrarfólkið við at lata teimum vápn.

Enn er ógreitt, hvussu nógv vápn talan er um, og talsfólk hjá amerikanska forsetanum nokta at gera viðmerkingar til málið.