Løkke vil hava stjórn á miðjuni

Løkke vil hava stjórn á miðjuni
Formaðurin í Moderata flokkinum heitir á Mette Frederiksen um at gevast við royndini at skipa eina mið-vinstra stjórn
Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen á Christiansborg, tá fólkatingið í dag kom saman til fyrsta fundin eftir valið.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
10.04.2026 - 14:43

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum í Danmark, leggur nú trýst á Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðfrú og samráðingarleiðara, um at royna at skipa eina stjórn á miðjuni við Sosialdemokratunum, Konservativa flokkinum, Vinstra og Moderatunum.

Hann heitir á samráðingarleiðaran um at gevast við royndini at skipa eina mið-vinstra stjórn.

Flokkarnir, sum nú samráðast, eru Sosialdemokratarnir, Sosialistiski fólkaflokkurin, Eindarlistin, Radikali flokkurin, Alternativið og Moderatarnir.

 

Seinasti fundur

Men nú ger formaðurin í Moderatunum greitt, at hetta verður seinasti fundurin hjá Moderatunum við samráðingarborðið hjá Mette Frederiksen, samráðingarleiðara, um hon ikki tekur áheitanina í álvara.

Lars Løkke Rasmussen vil hava Mette Frederiksen at gera eina roynd at hava Vinstra, Konservativa flokkin og Moderatarnar við samráðingarborðið.

Boðini frá formanninum í Moderatunum koma, eftir at Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, hevur heitt á Lars Løkke Rasmussen um at finna semju um fíggjarpolitikk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985