- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áttu at handtikið Breivik fyrr

Anders Behring Breivik átti at verðið handtikin fyrr.

Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini, sum ein serlig nevnd hevur skrivað um hendingarnar í Oslo og Utøya 22. juli í fjør. Í frágreiðinigni stendur eisini, at forðað kundi verið fyri atsóknini á stjórnarbygningin í Oslo.

Tilbúgvingarmanningin visti ikki, hvat Utøya lá, og í staðin sigldi hon í gummibáti til grannaoynna Geitøya.

Forkvinnan í 22. juli-nevndini, Alexandra Bech Gjørv, sigur, at fregnartænastan hjá løgregluni átti eisini at varnast Anders Behring Breivik nógv fyrr, so bumbuatsóknin í Oslo kundi verið fyribyrgd.

Hinvegin rósar nevndin bjargingararbeiðnum og stjórnini fyri at duga væl at samskifta við fólkið.

Yvirgangsatsóknin í Oslo og á Utøya 22. juli í fjør kravdi tilsamans 77 mannalív. Stjórnin setti stutt eftir nevndina, sum skuldi kanna hendingarnar út í æsir, og í dag kunngjørdin nevndin sína frágreiðing.