- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðir bardagar í Aleppo og Damaskus

Samstundis sum stríðst verður í gøtunum í høvuðstaðnum, Damaskus. Sagt verður frá at 72 fólk lógu eftirá í bardøgum um alt landið í gjár.

Almenna sjónvarpið í Sýria boðar frá, at stjórnarhermennhava rikið uppreistrarfólk úr floghavnini í Aleppo, og at tað sama er við at henda við altjóða floghavnina í Damaskus. Uppreistrardeildirnar hava ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini.

Ein talsmaður fyri uppreistrardeildirnar sigur við sjónvarpsstøðina, al-Jazeera, at harðir bardagar eru í útriðini av Damaskus, og at tung vápn verða nýtt í bardøgunum.

Haraftrat frættist um at harðir bardagar eru brostnir á í fleiri øðrum býum, teirra millum Daraa, Deir Ezzor landspartinum og í býnum Homs.

Andstøðukeldur upplýsa, at 65 lík eru finnin á einum ruskplássi við Damaskus. Tey vóru bakbundin og síðani skotin.

Upplýsirngarnar sum koma, kunnu ikki váttast av óheftum keldum, tí myndugleikarnir í Sýria vilja ikki loyva eygleiðarum til økini har bardagar eru.