- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið hitar upp til landsdystin

Landsdysturin millum Føroyar og Svøríki fer at seta dám á útvarpskránna seinnapartin.

Klokkan 14 byrjar sending við tilfari, sum hevur samband við dystin. Prátað verður við føroyskar og svenskar landsliðsleikarar, og fótbóltsviðmerkjarar fara eisini at gera sínar metingar. Ein samrøða verður við svian, Ronnie Gunnarsson, sum var venjari hjá ÍF, tá fuglfirðingar vunnu føroyameistaraheitið í fótbólti í 1979.

Øssur Egholm, Fróði Løkságarð og Suni Merkistein leggja sendingina til rættis. Suni Merkistein fer at siga frá landsdystinum í útvarpinum, og hann hevur Oddbjørn Joensen hjá sær at gera viðmerkingar til leikkgongina.

Sjónvarpið byrjar sína sending av Tórsvølli klokkan 16.45. Leivur Frederiksen sigur frá, og Sigfríður Clementsen ger viðmerkingar. Harumframt verða samrøður og innsløg, bæði undan dystinum og í hálvleikinum.

Landsdysturin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli byrjar klokkan 17.