Krúnborg upp í frálandavinnuna

Krúnborg upp í frálandavinnuna
Partafelagið Krúnborg og norska reiðaríið Simon Møkster Shipping stovna felag, ið byggir frálandaskip fyri 360 milliónir kr.
Soleiðis fer nýggja frálandaskipið hjá Krúnborg og Møkster at síggja út.

02.11.2012 - 12:54

P/F Krúnborg fer nú undir frálandavirksemi. Felagið hevur í dag skrivað undir samstarvs- og eigaraavtalu við norska reiðaríið Simon Møkster Shipping AS um nýtt frálandaskip fyri 360 mió. kr.

Stovnað verður nýtt føroyskt frálandafelag, P/f Krúnborg Offshore, sum byggir eitt subsea-skip, eitt sonevnt Multi Purpose Support Vessel, saman við Simon Møkster Shipping AS.

Skrokkurin verður bygdur á skipasmiðju í Póllandi, og skipið skal gerast liðugt á norsku Simek-skipasmiðjuni. Tað verður 85 metrar langt og 18 metrar breitt. Skipið verður útgjørt við 70 tons krana, ROV-útgerð og tyrlupalli.

Subsea-virksemi er sergrein í frálandavinnuni. Skipið kann hava 90 fólk umborð, og við fjarstýrdum undirvatnsførum verður arbeitt við umvælingum og eftirliti undir sjógvi. Talan kann vera um arbeiði upp á boripallar og aðra útgerð. Skipið kann eisini veita vindmylluídnaðinum tænastur.

Krúnborg eigur 30 prosent

Krúnborg fer í fyrstu atløgu at eiga 30 prosent av nýggja felagnum, og keypir ætlandi 20 prosent aftrat, tá skipið verður latið í mai 2014.

- Vit síggja góðar møguleikar í hesi vinnuni. Nú eru trý frálandafeløg í Føroyum, sum veita tænastur á trimum ymiskum økjum. Hesir fjølbroyttu førleikar verða við til at menna føroysku frálandavinnuna uppaftur meira, siga Sámal, Petur og Eiler Jacobsen á Krúnborg.

Teir halda, at Krúnborg við sínum 48 árum á baki í fiskivinnuni og Møkster við 44 ára royndum í sjóvinnuni, harav 31 ár í oljuvinnuni, skuldi verið rætta samansetingin at sett eitt nýtt frálandafelag á stovn.

- Vit hava ongantíð ivast í at fara í sjóvinnuna aftur. Spurningurin hevur bara verið, nær og hvar vit skuldu fara til verka. Við hesi ætlan halda vit, at vit hava eitt gott grundarlag at byggja felagið víðari á, siga teir.

Víðka virksemið

Simon Møkster Shipping AS varð stovnað í 1968, og hevur heimstað í Stavanger. Felagið eigur og rekur 23 skip í frálandavinnuni. Fíggjarstjórin í Simon Møkster Shipping AS, Alf Møkster, er fegin um nýggja samstarvið.

- Vit fegnast um at kunna víðka okkara virksemi í Føroyum. Frammanundan hava vit 130 føroyingar við okkara skipum, og vit gleða okkum til at samstarva við Krúnborg, sum er eitt dugnaligt reiðarí við drúgvum royndum í føroyskari sjóvinnu, sigur Alf Møkster.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762