Sendi unnustuni sáttmála um húsini á Gerðisvegi

Sendi unnustuni sáttmála um húsini á Gerðisvegi
Piddi skuldi úr húsunum 1. november í fjør. Unnustan skuldi halda, at sáttmálin varð umsettur til enskt, men Google translate vildi ikki umseta alt
Í dag er tað verjin hjá ákærda í Pidda-málinum, sum spyr tann ákærda í rættinum.
 
09.11.2012 - 09:23
Tað, sum eina ferð er skrivað í einari telefon ella í einari teldu, verður verandi har. Hevur eitt nú politiið brúk fyri at vita, hvat er skrivað, finnur politiið tað, bara politiið hevur telefonina ella telduna.
 
Sjón gongur fyri søgn, nú ákærdi maðurin í Piddamálinum varð avhoyrdur um sms-boð og boð á Facebook um húsini á Gerðisvegi í Saltangará. 
 
Eftir at tað ikki eydnaðist at keypa eini onnur hús, gjørdist tað so umráðandi hjá ákærda at fáa teimum húsini á Gerðisvegi, sum Piddi búði í, at hann fór at lúgva fyri unnustu sínari.
 
Sms og Facebook
 
Hann sendi henni sms-boð og skrivaði á Facebook um, at hann var í ferð við fáa handilin í lag. Hann hevði samband við advokatar og onkran, sum hann kallar boss og seinni big boss.
 
Hetta byrjar hálvan oktober í fjør. Nakrar dagar frammanundan bjóðaði fyrrverandi kona Pidda honum 115.000 kr. fyri at keypa hann úr húsunum. Piddi svaraði ongantíð.
 
Seinasta dagin í oktober sendir ákærdi unnustuni ein sáttmála, sum hann skal hava fingið og umsett til enskt á Google translate. Sambært hesum sáttmála skal Piddi út 1.november, og hann skal ikki koma Gerðisvegi 34 nærri enn 500 metrar. Politiið skal hjálpa við hesum.
 
Kundi ikki umsetast
 
Sum skilst var ætlanin, at unnustan skuldi halda, at sáttmálin var skrivaður á føroyskum og umsettur til enskt. Men eitt orð er á serbokrotatiskum. Sambært ákæruvaldinum er tað orðið skeivt stavað á serbokrotaiskum, og tí hevur Google translate ikki umsett tað. 
 
Sambært ákæruvaldinum hevur ákærdi sjálvur skrivað sáttmálan á sínum móðurmáli. Um kvøldið 1.november sendir unnustan honum eini sms-boð og undrast á, at einki er broytt á Gerðisvegi, ljós er í húsunum og har var einki politi.
 
Seinnapartin 3.november skrivar ákærdi, at hann ringir til hennara, tá hann hevur tosað við Pidda. Hetta vóru 12 tímar, áðrenn seinasta lívstekin er frá Pidda. Allar hesar upplýsingar hevur politiið millum annað úr tveimum telefonum hjá fyrrverandi konu Pidda, hóast onnur telefonin var skadd, helst hevði hon ligið í vatni.
 
Skadda telefonin varð send til Niðurlond, har politiið hevur serliga útgerð til at kanna skaddar telefonir. Útgerð, sum danska politiið ikki hevur ráð at fáa sær.   
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254