Elsa Egholm: Løtan var fantastisk

Elsa Egholm: Løtan var fantastisk
Føroyar fingu eina vánaliga byrjan upp á dystin ímóti Sveis, men eftir steðgin kom glið á føroyska spælið, og eina løtu var bert eitt mál á muni
29.11.2024 - 19:19

Føroyingar droymdu stórt ímóti endanum av dystinum ímóti Sveis í Basel fríggjadagin.

Eftir ein ræðuligan fyrra hálvleik, har álopsspælið hjá Føroyum ikki riggaði yvirhøvur, kom glið á eftir steðgin. Tær hvítu otaðu seg nærri og nærri sveisisku vertunum, og eina løtu var bert eitt mál á muni.

 - Tað var fantastiskt, segði Elsa Egholm, sum byrjaði inni fyri Føroyar, hóast hon hevur verið darvað av skaða seinastu tíðina.

 - Vit hoyra allar áskoðararnar, sum eru við okkum, og allar er líka væl við á beinkinum eisini. Tað er super skeg, at vit kunnu fara frá minus níggju til minus eitt upp á so stutta løtu, segði bakspælarin.

Tað var kortini akkurát ikki nóg mikið. Føroyum eydnaðist ikki at koma upp á javnt, og so fekk Sveis í staðin sín fyrsta EM-sigurin. Dysturin endaði 28-25, og Føroyar hyggja nú fram ímóti dystinum ímóti Kroatia sunnudagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210