Nervarnir kosta okkum dystin

Nervarnir kosta okkum dystin
Tað tók alt ov langa tíð at rista EM-nervarnar av, og tað kostaði okkum dystin ímóti Sveis. Tað segði Jana Mittún, sum var vónbrotin eftir 28-25 ósigurin fyri Sveis
29.11.2024 - 19:20

EM-nervarnir kostaðu Føroyum dystin ímóti Sveis.

 - Tað tekur alt ov langa tíð, áðrenn tað fer av okkum, og tað ger, at vit tapa dystin í dag, segði Jana Mittún eftir 28-25 ósigurin í søguliga EM-dystinum hjá Føroyum.

Føroyar komu als ikki í gongd við álopsspælið fyri steðgin og gjørdu eitt ótal av tekniskum villum, sum høvdu við sær, at tær máttu til hálvleiks aftanfyri 13-7.

 

Trúgva upp á tað allan vegin

Eftir steðgin kom glið á. Føroyar nærkaðust alsamt vertunum, og eina lítla sera spennandi løtu, var bert eitt mál á muni. Tað eydnaðist kortini ikki at javna, og hóast Føroyar vunnu seinna hálvleik 18-15, máttu tær fara av vøllinum við trímálstapi.

 - Um tú hyggur at okkara innstillingi, so haldi eg, at vit trúgva upp á tað allan vegin. Sjálvt um vit eru aftanfyri við níggju einaferð, blíva vit við, og tað hava vit eisini brúk fyri í næstu dystunum, segði bakspælarin, sum var føroyskur toppskjútti við sjey málum.

Føroyar spæla aftur sunnudagin, tá Kroatia bíðar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167