Formansskapurin viðger støðuna við Landsstýrismálanevndini

Formansskapurin viðger støðuna við Landsstýrismálanevndini
Løgtingsstjórin hevur skrivað eina frágreiðing, sum lýsir avbjóðingina, sum valdar í mun til Landsstýrismálanevndina. Eingin vil tó siga nakað um viðgerðina
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, og hini í formansskapinum hjá løgtinginum viðgera í løtuni eina frágreiðing frá løgtingsstjóranum um álitið hjá meirilutanum í Landsstýrismálanevndini á umsitingina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2024 - 18:58

Løgtingsstjórin heldur, at meirilutin í Landsstýrismálanevndini í sambandi við viðgerðina av málinum um Ingilín D. Strøm týðiliga hevur víst, at hann ikki hevur álit á umsitingini í Løgtinginum.

Tað hevur hann skrivað eina frágreiðing til formansskapin í Løgtinginum, og formansskapurin hevur tikið málið til viðgerðar.

Tað stendur at lesa í gerðabókini hjá formansskapinum, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Løgtinginum, logting.fo.

Kringvarpið hevur tosað við bæði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, og Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóra, men hvørgin teirra vil siga nakað sum helst um málið.

Lurta eftir øllum innslagnum, sum varð sent í tíðindasendingini á nátturða í kvøld.

20241116_Formansskapurin_og_landsstyrismalanevndin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329