- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinnuráðið er ímóti hægri tilfeingisgjaldi

Endamálið við lógarbroytingini tykist fyrst og fremst vera at tryggja landskassanum inntøkur, heldur enn at vera grundað á langtíðar fiskivinnupolitisk atlit, millum annað um grundarlag er fyri at leggja gjøld á vinnuna, sigur Fiskivinnuráðið, sum fekk lógaruppskotið til hoyringar.

Fiskivinnuráðið óttast fyri, at samsvarandi gjøld eisini verða løgd á onnur fiskasløg, um makrelkvotan minkar munandi.

Slíkur búskaparpolitikkur er ikki í samsvari við tann fiskivinnupolitikk, sum kom til sjóndar í umrøðuni á Fiskivinnutinginum herfyri um at leggja avgjøld á óvanliga stóran vinning.

Fiskivinnuráðið vísir á, at fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er, at fiskiskapurin kastar nakað av sær.

107 mió. kr.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal makrelurin geva 107 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi næsta ár.Tey, sum fiska makrel, skulu lata landskassanum 75 oyru í veiðigjaldi av hvørjum kilo.

Skip, sum lata makrelin til útlendsk móttøkuskip ella selja hann uttanlands, skulu, eins og í ár, eisini rinda tvær krónur í avreiðingargjaldi næsta ár.

Fiskivinnuráðið sigur, at tað als ikki er nøktandi at leggja eitt uppskot fyri tingið, har fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna ikki vera nærri viðgjørdar.

Fiskimálaráðið, sum eigur uppskotið, sigur, at politiskt er uppskotið at skilja sum ein fyribils loysn til ein varandi loysn er funnin í sambandi við gjøld frá fiskivinnuni og alivinnuni.

Væntar somu kvotu í ár

Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, torir longu nú at staðfesta, at makrelkvotan hjá føroyskum skipum næsta ár verður á leið tann sama sum í ár.

Í ár fekk landskassin 69 mió. kr. fyri makrelin.

Fíggjarmálaráðið hevur harafturat eitt uppskot, sum skal geva 13 milliónir í tilfeingis- og loyvisskatti næsta ár. Hálvt triðja prosent verður kravt av skattskyldugum inntøkum oman fyri eina millión hjá fiskivinnuni og alivinnuni.

Hetta er eisini galdandi í 2011 og 2012.