- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik sigur 26 fólkum úr starvi

26 heiltíðarstørv færri verða nú í Eik Banka, og 13. februar lata deildirnar í Vestmanna, Fuglafirði og við Norðskála aftur. Deildin á Sandi verður bara opin ein dag um vkuna.

Eik Banki sigur soleiðis á heimasíðuni í morgun:

Eftirspurningurin eftir bankatænastum í Føroyum hevur verið
lakari enn roknað varð við. Eik hevur harumframt staðfest, at tørvurin á smærri
deildum kring landið ikki er tann sami sum áður. Avgerð er tí tikin um at minka
um deildarnetið samsvarandi hesum, umframt at niðurlaga starvsfólkahópin.

Tann 13. februar lata deildirnar í Vestmanna, Fuglafirði og við
Norðskála aftur. Á deildini á Sandi verða upplatingartiðirnar broyttar soleiðis,
at deildin er opin ein dag um vikuna.

Kundatænastan verður styrkt

Nakrar størri deildir verða styrktar, eins og víðkað verður um
upplatingartíðir og arbeiðsøki hjá Kundatænastuni. Kundatænastan verður í størri
mun mannað við kundaráðgevum, sum kunnu veita ráðgeving umvegis telefon og
teldupost. Harafturat verða teldupostar og telefonir svaraðar til kl. 17.30 á
kvøldi frá mánadegi til hósdag.

Starvsfólkatalið minkar við umleið 26 heiltíðarstørvum.

Eftir broytingina eru seks kundadeildir í Eik, umframt
høvuðsdeildina, og talið av fulltíðarstarvssettum er 167.

- Tað er harmiligt at fremja slíkar broytingar og at siga
dugnaligum starvsfólkum úr starvi. Men tað er neyðugt at laga okkum til tann
veruleika, at verandi bygnaður og starvsfólkatal ikki er í samsvari við
virksemið. Harafturat eru broytingarnar neyðugar fyri at betra um kappingarføri
okkara, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.