Vikugesturin: Mitt í tónleikinum

Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
Tað var ein blanding av romantikki og musikki, sum førdi Benni til Føroya, her hann eisini hevur sínar røtur. Nú hevur hann sína síðstu konsert sum dirigentur við FSO
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2026 - 14:05

- Eg eri ein kokkteyl.

Bernhardur Wilkinson hevur búð fyrsta triðining av sínum lívi í Onglandi, annan triðingin í Íslandi og seinastu 22 árini hevur hann búð og virkað í Føroyum. Síðan 2005 hevur hann stjórnað Føroya symfoniorkestri, men nú takkar hann fyri seg á árligu nýggjárskonsertini, sum hevur fingið allar føroyingar at lurta eftir klassiskum tónleiki.

- Eg havi ikki havt tíð at hugsa um tað, men kanska veit í næstu viku, sigur Bernhardur Wilkonson, sum bara verður nevndur Benni millum vinir.

Hann er altíð á ferð, hann er altíð opin fyri nýggjum tónleiki, og hann er altíð klárur at veita eina hjálpandi hond í tónleikinum. Tónleikurin hevur verið alt hansara lív, síðan hann sum sjey ára gamal gjørdist kórdrongur í Westminster Abbey og flutti heimanífrá. 

- Tað var gott, og eg var lukkuligur, sigur Benni, sum ikki fyrr enn seinni fór at hugsa um, at tað man hava verið hart hjá mammuni.

Mamman er úr Sumba, og pápin og hon hittust, tá ið hann gjørdi hertænastu í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Pápin var sjálvur íðin tónleikari, spældi klaver, var dirigentur og hevði tónleikasending í BBC; so tónleikurin hevur altíð verið har.

Øll, sum hava upplivað Benni, lýsa hann sum ein serstakliga eldhugaðan lærara og dirigent. Krevandi, stuðlandi og fryntligur alt í senn.

- Benni er ein øgiliga energiskur persónur, sum livir og andar fyri tónleikinum, sigur Jón Festirstein, ið sjálvur var næmingur hjá Benni og nú er konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri.

Tað var kærleikin til Føroya, sum førdi Bernhard Wilkinson til Føroya, og kona hansara Urd Johannesen vísir eisini á kærleikan til tónleikin.

- Hann er dedikeraður og hevur halgað sítt lív til tónleikin, síðan hann var sjey ára gamal kórdrongur í Westminster Abbey. Tónleikurin er hansara passión og kærleiki, og eg haldi hann missir seg sjálvan burtur, tá íð hann er mitt í tónleikinum, sigur Urd um mannin. 

Hendan seinasta konsertin hjá Føroya symfoniorkestri lýsir væl tað, sum Benni hevur lagt í føroyska tónleikapallin. 11 føroyskir solistar, sum hava verið við honum á ferðini, og fleiri teirra virka nú uttanlands í tónleiki.

Bernhardur gevst sum dirigentur, men hann sum hann sjálvur sigur. 

- Eg gevist ongantíð. Hann virkar framvegis eldhugaður sum lærari, orkesturleiðari og íblástrarkelda. 

Hoyr alla samrøðuna við Bernhard Wilkinson.

1787490

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926