Í myndum: Seinasta venjingin

Tað er business as usual hjá Bernharði "Benni" Wilkinson, nú hann enn einaferð fyrireikar seg til at stjórna Føroya Symfoniorkestri á einari nýggjárskonsert. Og tó. Ársins nýggjárskonsert er alt annað enn vanlig. Hon er tann seinasta hjá Bernharði Wilkinson sum dirigentur fyri Føroya Symfoniorkestri.

Til ársins nýggjárskonsert hevur symfoniorkestrið bjóðað fleiri føroyskum solistum við á pallin. Hetta eru tónleikarar, sum Benni hevur arbeitt saman við gjøgnum árini.

Millum solistarnar er sopranurin Birita Poulsen, sum her sæst backstage saman við violinleikaranum Heiðrun Petersen og øðrum tónleikarum. 

Benni er vorðin ímyndin av Føroya Symfoniorkestri, sum hann hevur leitt í 21 ár. Hesa tíðina hevur symfoniorkestrið ment seg, listarliga sum tónleikaliga, og orkestrið hevur styrkt sína støðu í føroyskum mentanarhøpi merkisvert. 

Einki symfoniorkestur uttan trúgvar tænarar. Angelika Hansen, Monika Stauss Joensen og Jóna Højgaard hava spælt nógv ár við symfoniorkestrinum við Benni sum dirigenti. 

Hin grábeinti býr í smálutunum verður ofta sagt, og hóast Føroya Symfoniorkestur er eitt stórt orkestur, so er umráðandi at alt stemmar, fyri at alt skal ganga upp í eina hægri eind. Pavkurnar skulu ikki bara buldra, men eisini stemma. 

Hvør er Bernharður "Benni" Wilkinson? Sjálvur sigur hann, at lív hansara skal síggjast í trimum kapitlum. Benni er uppvaksin í Onglandi, men mamma var úr Sumba. Hann var kórdrongur í Westminnister Abbey kirkjuni í London, áðrenn hann sum nýútbúgvin tvørfloytuspælari flutti til Íslands, har hann endaði við at stjórna íslendska symfoniorkestrinum. Haðani gekk leiðin so til Føroya, tá hann møtti konuni Urd Johannesen. 

Tað eru ikki bara pavkurnar, ið skulu stemma, tí tað skulu fiónlirnar sanniliga eisini. Jón Festirstein, konsertmeistari, noyðist eisini at stemma sína fiól. 

Hans Petur í Brekkunum, stjóri fyri Føroya Symfoniorkestir, og øll hini, ið varða av orkestrinum, eru takksom fyri stóra arbeiðið, Benni hevur lagt í Føroya Symfoniorkestur. "Hann hevur saman við framúrskarandi tónleikarum og dedikeraðum sangarum, samstarvspørtum, stuðlum og øðrum flutt okkara orkestur og kór risastór fet fram á leið," sigur stjórin. 

Vertir á seinastu nýggjárskonsertini hjá Bernharði Wilkinson vera kendu kringvarpsfólkini Elin Michelsen og Tróndur H. Olsen, ið bæði eisini hava sungið og spælt við á nógvum konsertum hjá Benni millum ár og dag. 

Nýggjárskonsertin er í stóran mun "same procedure as every year," og kunnu áhoyrarnir og hyggjararnir í stovunum gleða seg til stórbærar tónleikaupplivingar, inniligar løtur og hátíðarligan nýggjárshýr, tá orkestrið, kórið og føroysku solistarnir bjóða áhoyrarunum vælkomnum í nýggja árið. Nýggjárskonsertin er at rokna sum eitt boblandi tiltak, har Mozart sjálvandi er á skránni.

"Eg havi fingið disiplinina úr Onglandi. Úr Íslandi havi eg fingið áræði, tí íslendingar fara bara í gongd, um teir ætla at byggja ella gera okkurt, og hugsa ikki so nógv um, hvar fíggingin skal koma frá. Tað finna teir út av so leypandi. Íslendingar eru ikki bangnir fyri at váða okkurt, og tað er ofta gott, men ikki altíð. Her í Føroyum verður kjakast um alt, og alt skal vera upp á pláss, áðrenn nakað verður gjørt. Tað er meira trygt tað heila, eisini hjá børnunum og vaksnum, tí tú kennir fólk. Í SMS eru altíð nógv fólk, ið tú noyðist at heilsa uppá."

Hugsavnanin stendur rita í eygunum á tónleikarunum, sum í øll hesi árini hava fylgt Benni gjøgnum tjúkt og tunt í Føroya Symfoniorkestri. 

Kórið, ið telur heili 85 ágrýtnar sangarar, er týdningarmikil partur av nýggjárskonsertini. Tey, ið áður hava verið til nýggjárskonsert vita, at neyvan er nakað vakrari enn samspælið millum kór og sympfoniorkestur. Millum kórfólkið er eisini kona Benni, Urd Johannesen.

Tað tykist eins og tónleikararnir leggja eyka nógv fyri, fyri at júst ársins nýggjárskonsert skal vera nakað serligt, so tey fáa sagt Benni farvæl upp á ein virðiligan hátt. 

Eitt, tvey, trý og fýra. Fyri fyrstu ferð ein ein urguleikari solistur til eina konsert hjá Føroya Symfoniorkestri.

Urgan, ið spælt verður á, er talgilt og eftirgerð ljóðið á einari stórari urgu.

Tað er Ari Hammer Joensen, ið fær heiðurin at vera fyrsti urguleikari, sum er solistur á einari konsert hjá Føroya Symfoniorkestri. Ari vann aðru virðisløn í Stella Polaris-kappingini í fjør, og lesur annars á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium.

Eitt, tvey, trý og fýra. "Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so stóran mentanarligan týdning fyri Føroyar. Eg eri takksamur fyri henda møguleikan. Men tíðin er nú búgvin til, at nýggjar kreftir koma framat," sigur Bernharður Wilkinson. 

So hvørt sum vant verður, og ting verða endurtikin umaftur og umaftur, byrjar alt smátt um smátt at ganga upp í einari hægri eind.

Sveimandi ljóðið frá eyðkendu valdhorninum hevur ein sentralan leiklut í einum symfoniorkestri. 

Tóra Vestergaard leiðir enn einaferð stóra kórinum, ið er samansett av okkara bestu kórfólkum. 

Einaferð afturat. Eitt, tvey, trý og fýra. 

Fiólleikarin Elin Rasmussen er ein av solistunum.

Elin Rasmussen vann Stella Polaris-kappingina í 2025 og lesur nú á Musikhögskolan í Malmö. 

Sámal Petersen, fyrrverandi konsertmeistari, á fiólini. Sámal takka fyri seg í fjør sum konsertmeistari, tá Jón Festirstein tók við. 

Sopranarnir Birita Poulsen og Hanne Marit Mordal Iversen vera eisini solistar á seinastu konsertini hjá Benni. 

Hanne Marit Mordal Iversen, ið er hálvur føroyingur, er uppvaksin í Molde og hevur lisið tónleik Oslo og Munchen. Pápi Honnu er Hans Iversen úr Kvívík. 

Einaferð afturat. Eitt, tvey, trý og fýra.

Nú skal tað bara sita.

Nakrar av mest lovandi songkvinnunum her á land framføra "Pie Jesu" eftir John Brunning. Frá vinstru er tað Borgríð Fonsdal Johannesen, Ásgerð Stenberg Olsen, Sanna Bæk Hoydal og Beinta Ingerborg Greve. 

Tað sæst á Benni, at nú byrjar alt at sita sum tað skal. Eitt, tvey, trý og fýra. 

Strokini sita sum tey skulu. 

Bum, bum og bummilum. Pavkurnar, ið hava ein serliga týðandi leiklut á nýggjárskonsertini, ið altíð er pomp og prakt, stemma. 

Tað verður blást av dýru makt í trompeturnar. 

Nú situr alt sum tað skal. Vit í Kringvarpi Føroya vilja hervið eisini takka Bernharði Wilkinson fyri gott samstarv millum ár og dag. Takk. 

Er kopiera