- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siumut, Atassut og Partii Inuit skipa stjórn

Eina viku eftir valið til nýtt landsting í Grønlandi er nýggj samgonga skipa. Siumut fekk eitt sera gott val, og hevur 14 tinglimir av 31. Atassut og Partii Inuit hava tveir tinglimir hvør.

Siumut og Atassut eru gomlu flokkarnir í grønlendskum politikki, og hava verið virknir síðani áðrenn grønlendska heimastýrið kom í 1979. Partii Inuit er nýggjur flokkur, stovnaður í ár. Tey hava serliga tosa um at í Grønlandi er tað grønlendskt sum skal vera fyrsta mál. Flokkurin er sprottin úr misnøgd í IA tí IA skal hava mist sambandið við nøkur av sínum upprunamálum.

Nýggja samgongan kemur fyrst og fremst at fáa nógv umtalaðu lógina um námsvinnuna at stríðast við. Siumut hevur róð uppundir at tey sum ynskja at koma til Grønlands skulu rinda eitt tilfeingisgjald.

Nýggj forkvinna fyri grønlendska landstýrinum verður Aleqa Hammond. Hvønn hon fær við sær í landsstýrið verður ikki greitt fyrrenn fríggjadagin.