- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verklig viðurskifti avgjørdu dagfestingina fyri ólavsøkuni

Skrivað og lisið:
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Tá ið landbúnaður var høvuðsvinna hjá føroyingum, var ólavsøkan ikki tann besta tíðin at vera heimanífrá.
Tá fór gróðrartíðin at halla, og heystingin skuldi fáast til høldar.
Men alt tað, vit vita, hevur tingið verður sett á ólavsøku, og eftir øllum at døma er tað eisini skjalfest í elstu rættarkeldu okkara, Seyðabrævinum frá 1298.
Ólavsøkan knýtt at seyðahaldi
Har verður ólavsøkan nevnd sum tann fyrsta og síðsta freistin av trimum fyri, nær seyður, sum gekk í haga, ið hann ikki hoyrt til, kundi ognartakast.
Hinar freistirnar vóru føstuinngangur sjey vikur fyri páskadag og Andrasarmessa, sum er 30. november.
Hetta vóru tí tíðir, har fólk hittust til ting, har almennar kunngerðir, eitt nú um ognarskifti, kundu verða gjørdar.
Ólavsøkan óvanlig
Tað at halda ting á ólavsøku er eisini óvanligt í mun til, nær vanligt var at halda ting í grannalondunum.
Bæði í Noregi og Íslandi var tað hildið fyrr, nevniliga í seinnu helvt av juni.
Í tí norsku Landslógini, sum eisini stendur í Kongsbókini hjá okkum, varð ásett, at tingið skuldi setast bólólvsøkuaftan, sum er 16. juni.
Í Jónsbók, sum er bókin við tí frábrigdinum av Landslógini, sum íslendingar samtyktu í 1281, verður sagt, at menn skuldu møta á løgtingi pætursmessuaftan, sum er 28. juni.
Einki sambandi við átrúnaðarligt hátíðarhald
Hví er tað so ikki siðvenja í Føroyum at halda ting síðst í juni, sum ivaleyst hevði verið høgligari hjá føroyskum bóndum fyrr?
Í nýggjari tíð hava vit fingið hetta til, at hetta helst hevur okkurt við kirkjuligt hátíðarhald fyri Ólavi kongi hinum heilaga at gera.
Ólavur kongur fekk kristindómin samtyktan sum lóg á Mostrartingi í 1024 og doyði sum martýr á Stiklastøðum tann 29. juli í 1030.
Tað skrivliga keldutilfarið bendir tó á, at tingtíðin hjá føroyingum hevur ein heilt annan uppruna og hevur lítið við nakað átrúnaðarligt hátíðarhald at gera fyri Ólavi kongi.
Føroyar og Hetlandi eitt rættarøki
At meta eftir tí, sum gjøgnum tíðina er skrivað í Kongsbókina, ið var lógbókin hjá Føroya løgmanni, vóru Føroyar ikki eitt egið løgdømi tey fyrstu umleið 80 árini, eftir at tann norska Landslógin varð samtykt á altingi í Føroyum stutt fyri 1280.
Saman við Hetlandi vóru Føroyar roknaðar sum eitt rættarøki, ið enn ikki var endaliga skipað og tí fyribils lá undir løgmonnum í Gulatings løgdømi í Noregi.
Navnasamband millum løgmenn, sum vit kenna úr Gulatingsøkinum, Hetlandi og Føroyum í tíðarskeiðinum frá 1298 til 1360, váttar, at løgmanssamband var millum hesar ríkispartarnar hesa tíðina.
Løgmenn ferðaðust millum ríkispartar
Løgmenn á Gulatingi hava tí ferðast millum hesar ríkispartarnar í juni og juli, og tí hevur ikki borið til at halda ting júst ta tíðina, sum lógbókin, í okkara føri Kongsbókin, ásetti.
Fyrst skuldi løgmaður seta ting á Gulatingi bótólvssøguaftan, og síðan fór hann til Hetlands at halda ting, helst við stevnu ein messudag í fyrru helvt av juli, har fleiri messudagar eru.
Og tá ið tann tingsetan var liðug, fór hann víðari til Føroya. Hetta hevur passað væl við eina fasta avtalu um, at í Føroyum hittast vit til ting á ólavsøku.
Verklig viðurskifti avgerandi
Sambært tí varðveitta keldutilfarinum vóru tað tí verklig viðurskifti í sambandi við, nær tann kongstilnevndi løgmaðurin úr Noregi var tøkur at møta á tingi í Føroyum, sum hava ført til siðvenjuna um, at Løgtingið í Føroyum verður sett á ólavsøku.
Um nakað hátíðarhald var fyri Ólavi kongi í sambandi við tingsetuna, er møguligt, men ongar upplýsingar eru varðveittar um tað.

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.
Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.





















