Koronulonir til sølu

Koronulonir til sølu
Koronulonirnar, sum vóru settar upp við Landssjúkrahúsið í 2020, vera nú seldar
Tíggju lonir eru.
 
28.07.2025 - 12:07

Koronulonirnar, sum vóru settar upp við Landssjúkrahúsið í 2020, vera nú seldar.

Lonirnar eru tíggju í tali

Tær vera allar seldar í einum, sigur Landsverk.

Keyparin skal sjálvur flyta lonirnar.

Freistin at bjóða er til 29. august.

Treytir

Vinnarin verður kunngjørdur 12. september. 

Landsverk tekur hægsta boð, sum uppfyllir treytirnar.

Landsverk kann havna øllum tilboðum, um einki teirra heldur treytirnar í útboðnum.

Keyparin fær lonirnar 1. oktober.

Landsstýrið bað í juli 2020 um 5,3 mió. kr. í eykajáttan til koronulonirnar.

Fíggjarnevndin játtaði fimm milliónir og 324.000 krónur við fíggjarnevndarskjali til fyribils koronudeild í lonum uttan fyri Landssjúkrahúsið.

Í mars í 2022 játtaði løgtingið tvær milliónir afrat, so koronudeildin kundi vera opin fyrra halvár 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717