- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarí mótmæla avgerðini um býti á Flemish Cap

Reiðaríini, sum eiga verksmiðjutrolararnar Gadus, Vesturvón og Enniberg mótmæla nú avgerðini hjá landsstýrismanninum tá hann herfyri býtti føroysku toskakvotuna á Flemish Cap í ár

Í skrivi stílað til løgmann, landsstýrið og løgtingið mótmæla reiðaríini, at kvotan nú verður latin øðrum skipabólki enn tí, sum eigur søguligu rættindini til fiskiskapin.

Reiðaríini eru firtin inn á, at tey í miðlunum skulu lesa at krovan er latin øðrum uttan at tey hava fingið nakra grundgeving frá landsstýrismanninum um hví henda avgerð er tikin.

Søgulig rættindir

Verksmiðjutrolararnir meta seg hava søguligu rættindini til føroyska fiskiskapin eftir toski á Flemish Cap.

Reiðaríini heita tí á myndugleikarnar um at støðga hesum broytingum, sum eru ávegis í sambandi við fiskiskapin á Flemish Cap, soleiðis at hetta ikki skapar ótryggleika og óvissur í framtíðar planleggingini fyri føroyska fiskivinnu.

Brævið er undirskrivað av stjórunum Hanus Hansen í pf. JFK Trol, Anfinn Olsen í pf. Vesturvón og Mortan Johannessen í pf. Enniberg.