Fór beinleiðs av Oyggjaleikunum til Grand Prix-finalu í Niðurlondum

Fór beinleiðs av Oyggjaleikunum til Grand Prix-finalu í Niðurlondum
Jóannes Poulsen úr skjótifelagnum Ørvi fór beina kós úr Orknoyggjum til Niðurlond at taka lut í altjóða kappingini, European Grand Prix 2025 í Arnhem
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya  
 
25.07.2025 - 18:38

Bogaskjúttin Jóannes Poulsen fór beinleiðis av Oyggjaleikunum í Orkney til Arnhem í Niðurlondum at taka lut í stórari Grand Prix-Compound-kapping, har mótstøðan er væl sterkari enn á Oyggjaleikunum. 

Og væl hevur gingist, tí hann hevur skotið sínar pílar so mikið væl, at hann er komin í finaluna, har hann skal møta slovakiska Jozef Bosansky, sum er professionellur skjútti.

Við góðari hjálp frá norska landsliðnum kann lambamaðurin nú hugsavna seg til finaluna leygardagin, har hann hevur fokus á sítt egna avrik - og ikki mótstandaran.

Jóannes Poulsen hevur áður verið í dysti við slovakiska skjúttan, og hóast Jóannes er styrkimettur nógv lægri enn slovakkin, so hevur hann góðar vónir til finaluna.

Hoyr innslag úr tíðindunum á nátturða:

Joannes_Orvur

 

Eftir skránni verða fyrstu pílarnir skotnir eitt sindur yvir klokkan 11 fyrrapartin leygardagin føroyska tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815