FM í svimjing: Trý FM-met og tvey juniormet

FM í svimjing: Trý FM-met og tvey juniormet
Dagur tvey í FM í svimjing er liðugur. Tilsamans blivu fimm met sligin í dag, trý FM og tvey juniormet
Poula Øssursdóttir Mohr setti í dag nýtt Føroyskt met í firvaldssvimjing
 
10.05.2013 - 23:53

Pál Joensen, Poula Øssursdótir Mohr, og kvinnuliðið hjá Ægir settu í dag nýggj føroysk FM-met. Afturat tí kláraðu Kristina Elin Thomsen og Markus Joensen at seta nýggj juniormet.

 
Pál Joensen kom fyrstur á mál í 100 metur bringusvimjing við tíðini 1.03.00. Pál átti sjálvur gamla metið sum var 1.03.90. Í hølinum á Páli kom Markus Joensen við tíðini 1.04.77, sum er nýtt juniormet.
 
Poula Øssursdóttir Mohr vann 200 metur firvaldssvimjingina. Hon kom á mál við tíðini 2.23.25. Gamla metið, sum Kristina Elin Thomsen átti, var á 2.25.36. Kristina Elin Thomsen svam sína skjótastu tíð nakrantíð á teininum, og bleiv nummar tvey við tíðini 2.25.26, sum er nýtt juniormet.
 
Ægir-kvinnurnar vunnu stafettina og settu samstundis nýtt føroyskt met. Tær komu á mál við tíðini 4.25.43. Tær ið svumu fyri Ægir vóru: Birita Debes, Victoria Eysturdal, Turið S. Christiansen og Astrid Foldarskarð. Júst tær somu vunnu FM í fjør, og tær áttu eisini gamla metið á 4.27.11.
 
FM í svimjing er aftur á skránni í morgin. Sjónvarpið sendir beinleið frá 17.00 til 19.00
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860