- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna skúlatørvin í høvuðsstaðnum

Býráðið í Havn samtykti í
gjárkvøldið at seta hálva millión krónur av at kanna, hvussu stórur tørvurin er
á nýggjum skúlum í miðbýnum og í vesturbýnum í Havn.

Mentamálanevndin og umsitingin
skulu gera tørvslýsingina, og hon skal leggjast fyri býráðið í seinasta lagi
hálvan september í ár.

Mentamálaráðið finst at ætlan

Mentamálaráðið
hevur boðað Tórshavnar kommunu frá, at tað góðtekur ikki uppskotið um nýggjan
skúlabygnað, sum er í álitinum 'Fólkaskúlin í Tórshavnar kommunu árini
2012-2021'.

Býráðið samtykti
annars fyri einum ári síðani uppskotið um skúlabygnað.

Men Mentamálaráðið sigur, at tað arbeiðir við
broytingum í fólkaskúlabygnaðinum, so tímar í størri mun verða tillutaðir
skúlaøkjum.

Mentamálaráðið heldur, at tað á hendan hátt
ber til at laga fólkaskúlabygnaðin til tey ávísu økini, sum síðani sjálvi gera
av, í hvørjum hølum undirvíst verður.

Royndarskipan

Mentamálaráðið hevur ætlanir um at seta eina
royndarskipan í verk, har tíma-tillutanin verður lagað eftir næmingatalinum í
hvørjum árgangi.

Ætlanin er framvegis, at kommunurnar sjálvar
skulu gera av, hvørjir skúlabygningar skulu brúkast. Men hetta má vera í tráð
við fíggjarviðurskifti landsins, og í tráð við, hvussu nógvir næmingar eru,
sigur Mentamálaráðið.

Størsta uppskotið í álitinum um fólkaskúlan í Havn er at byggja nýggjan
Vesturskúla í staðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. Og Nám X verður
sjálvstøðugur miðbýarskúli og flytur úr Eysturskúlanum.