- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan hjá Nelson Mandela er sera álvarsom

- Hvørt einasta lítla lívstekin er fyri okkum eitt stórt framstig, sigur Makaziwe Mandela, sum er dóttir fyrrverandi forsetan, Nelson Mandela.

Nelson Mandela hevur í eina tíð verið innlagdur á sjúkrahús í Pretoria í Suðurafrika. Makaziwe Mandela leggur dent á, at sum støðan er í løtuni, er tað bara Gud, sum veit, nær tíðin er komin hjá pápa hennara.

Familjan hjá Mandela hevur støðugt verið á sjúkrahúsinum, men í dag eru tey farin heim. Við sær tóku tey mongu blómurnar, blómutyssini og heilsanir, sum fólk hava lagt uttan fyri sjúkrahúsið í Pretoria, har Nelson Mandela liggur.

Ein abbadóttir Nelson Mandela, Zoleka Mandela, sigur við AFP, at hendan seinasta tíðin hevur verið strævin. Abbi hennara, sum hevur trupulleika við lungunum, er sera illa fyri, og støðan er rættiliga álvarsom. Og støðan broytist lítið.