- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu rúsevnismisnýtarar misnýta fleiri evni

Tað sigur Blái Krossur í
ársfrágreiðing sínari fyri 2012.

Royndir frá innleggingum á Blákrossheiminum
vísa, at flestu rúsevnismisnýtararnir nýta
fleiri rúsevni.

- Orsøkin er óstøðuga tilgongdin
av rúsevnum til Føroya, sigur Blái Krossur.

Fleiri, sum nú koma á
Blákrossheimið til viðgerðar, misnýta rúsevni saman við rúsdrekka og heilivági.

- Henda gongd eigur at vera tikin
í størsta álvara, sigur Blái Krossur í ársfrágreiðingini.

Tað sama sigur Blái Krossur um
aldurin hjá teimum, sum leita sær hjálp fyri misnýtslu.

Í 2006 vóru fýra rúsevnismisnýtarar
millum 16 og 30 ár í viðgerð. Í fjør vóru 16 rúsevnismisnýtarar í hesum
aldrinum til viðgerðar á Blákrossheiminum.

Sterk rúsevni saman við alkoholi

Tey ungu brúka í størri mun
sterkaru rúsevnini saman við rúsdrekka. Og hetta ger tað truplari og drúgvari
at viðgera hesar misnýtararnar.

- Tað besta hevði verið eitt
serstakt viðgerðartilboð til tey ungu, sigur Blái Krossur.

Tey vísa samstundis á, at nógv
ung verða send av landinum til viðgerðar.

Blái Krossur hevur gjørt við
hetta bæði í Almannamálaráðnum og í Heilsumálaráðnum.