Vilja hava kunngerð um drekkivatn

Vilja hava kunngerð um drekkivatn
Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar sum er matvørulógina, tá kommunur hava skitið vatn
Heilsufrøðiliga starvsstovan eftirlýsir kunngerð, sum heimilar at løggilda vatnverk.
Mynd: Savnsmynd  
 
12.07.2013 - 23:15

Tað kundi verið sloppið undan trupulleikanum, at fólk noyðast at kóka vatnið, um kunngerðin um drekkivatn varð sett í gildi.

Tað sigur Laila Jacobsen, deildarleiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Kunngerðin heimilar at løggilda vatnverkini, og í hesi tilgongd skal vatnveitarin - tað er kommunan - lýsa viðurskiftini í sambandi við vatnveitingina.

Hóast kunngerðin um drekkivatn verður sett í gildi, kunnu óhapp henda, sum gera, at tað verður neyðugt  hjá borgarum at kóka drekkivatnið. Sum er brúkar Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar matvørulógina, tá kommunur hava skitið vatn.

Borgarin skal kunnast

Sambært lógini skulu kommunurnar beinan vegin kunna borgararnar, um vatnið er skitið. Men Heilsufrøðiliga starvsstovanhevur onga heimild  at áleggja kommununi at gera ábøtur á vatnskipanina. Skitið vatn ávirkar bæði borgaran og vinnulívið. 

Arbeiðið at gera kunngerðina til byrjaði í 2005. Hon hevur verið til hoyringar, og hoyringarfundir hava verið. Síðani í fjør heyst hevur hon verið klár at seta í gildi.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur í stuttari viðmerking, at kunngerðin er á veg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065