Nógv færri lærarastørv

Nógv færri lærarastørv
Tað eru umleið 60 ársverk færri í skúlunum í Føroyum í dag samanborið við fyri 4 árum síðan
Í Noregi er góður møguleiki hjá arbeiðsleysum føroyskum lærarum at fáa starv. Hendan myndin er tikin í Oslo.
 
19.07.2013 - 09:45

Tað eru serliga teir nýútbúnu læararnir, sum merkja, at færri størv eru at søkja, skrivar Maria V. Hansen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá felagnum.

Í Danmark er støðan ikki stórt frægari. Har eru meir enn 6000 ársverk færri enn tað vóru fyri 4 árum síðan.

Góðir møguleikar í Noregi
Hyggja vit at grannalandinum Noregi, so sæst, at har eru ov fáir lærarar til at manna tey størv, ið eru tøk at seta. Okkurt um 9000 størv eru mannað við fólki uttan læraraprógv, tí ov fáir lærarar eru, skrivar Maria V. Hansen á heimasíðuni hjá lærarafelagnum.

- Lønin í Noregi er góð, og skattaprosentið er lágt, sigur Maria V. Hansen.

Norðurlond hava í síni samstarvsavtalu gjørt eina avtalu, har tey góðtaka læraraútbúgvingarnar hjá hvør øðrum. Lærarar við føroyskum prógvum eru góðkendir á jøvnum føti við norskar lærarar sambært hesi avtalu. Einasta treytin er, at viðkomandi dugir norskt, um ikki beinanvegin, so innan 2 ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210