Pallborðsfundur um makrel- og sildastríðið

Pallborðsfundur um makrel- og sildastríðið
Makrel- og sildastríðið millum Føroyar, Ísland, Norra og ES er evnið, tá tað í kvøld verður skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum við Ósánna
Pallborðsfundurin verður í Skúlanum við Ósánna í kvøld kl. 19.00.
 
15.08.2013 - 14:17

Pallborðsfundurin byrjar við framløgu hjá Bjørn Kunoy, PhD og løgfrøðingi í Uttanríkistænastuni, og Hans Ellefsen, PhD í búskapi. Teir greiða frá ósemjuni um býti av makrel- og sildastovnunum út frá einum altjóðarættarlig atliti.

Síðani verður kjakast um makrel- og sildastríðið í sambandi við eitt væl mannað pallborð, har høvið verður at seta spurningar úr salinum.

Við pallborðið sita Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan, og Hans Ellefesen, PhD í búskapi.

Tiltakið er partur av sjómannadøgunum, sum í hesum døgum fara fram í Klaksvík.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770