Fakfeløg hava heldur ikki gjørt nóg mikið at bøta um trygdina

Fakfeløg hava heldur ikki gjørt nóg mikið at bøta um trygdina
Formaðurin í Føroya Handverkarafelag tekur í egnan barm
Suni Simonsen er formaður í Føroya Handverkarafelag.
16.06.2026 - 10:48

Arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av trygdini á arbeiðsplássinum, ger formaðurin í Føroya Handverkarafelag greitt.

Men hann tekur eisini í egnan barm, tí fakfeløgini hava ikki gjørt nóg mikið fyri at bøta um trygdina.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at tað henda so nógvar deyðsvanlukkur, sigur Suni Simonsen.

Suni Simonsen bleiv í vár valdur í arbeiðsumhvørvisráðið, sum vegleiðir myndugleikarnar um eitt nú arbeiðstrygd. Har ætlar hann at gera sítt fyri at ávirka, men finst at, at ráðið bara hevur fýra fundir um árið.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Jón Sigurdsson, formann í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717